
Rúni Rasmussen
Tað er gott og gagnligt at siga takk av hjarta. Vit hava øll okkurt at vera takksom fyri.
Vísasti vegurin til líkasælu og ótakksemi er at taka ting og hjálp frá øðrum menniskjum fyri givið.
Ein leiðari er ikki superman, men eitt menniskja, sum hevur fingið ábyrgd og uppgávu at ávirka og leiða í takksemi og virðing fyri sínum medmenniskjum.
Ein skal ikki takka bara tí tað verður væntað; nei, vit eiga at takka av hjarta. Tað merkir, at ein er ektaður í sínum takksemi, ein meinar tað.
Takksemi og gransking
Tá ið tú takkar erligt og hjartaliga einum øðrum menniskja fyri íkast, hjálp ella tæntasu, hendir nakað bæði við tær og tí, sum móttekur tína tøkk. Hetta er ikki bert uppáhald. Gransking vísir greitt, at tað at vísa takksemi og at móttaka tøkk ger nakað við okkum sum menniskja, tað hevur jaliga og gagnliga ávirkan á okkum. Hetta vísindaøki verður ofta nevnt gratitude studies og verður sett í samband við menningarsálarfrøði.
Robert A. Emmons, sum hevur granskað nógv í takksemi, skrivar í bók sínari Thanks! m.a.:
“Okkara slóðbrótandi gransking hevur staðfest, at takksom menniskju uppliva fleiri jaligar kenslur sum t.d. gleði, eldhuga, kærleika, eydnusemi (happiness) og bjartskygni, og tað at vísa takksemi sum ein fastan vana verjir ein persón frá niðurbrótandi impulsum sum øvundsjúka, firtni, havisjúka og beiskleiki.”
Henda útsøgn tekur væl saman um niðurstøðu frá umfatandi takksemisgransking.
Leiðarar og takksemi
Sum leiðari skalt tú ikki bara siga takk tí tað er góður fólkaskikkur. Tú skalt siga takk, tí onkur eigur at fáa takk. Hetta er ein máti at vísa virðing og ikki at taka ting og íkøst frá øðrum fyri givið. Vit kenna øll, hvussu lætt tað er at taka alt møguligt fyri givið. Tað er ikki gott. Manglandi takksemi er køvandi og førir við sær, at organisatiónir og starvsfólk ikki virka so væl sum tey eiga. Vit eiga at steðga á og geva okkum far um, hvussu nógv vit í grundini hava at takka fyri.
Tøkk í truplum støðum
Ein kann vera í umstøðum, sum eru tungar og truplar, og er takksemi tá ikki fremst í huga. Men eisini í slíkum støðum er uttan iva okkurt, ið vit kunnu vera takksom fyri. Steðga á og royn og fá eyga á okkurt, sum vert at vera at takksamur fyri! Gransking vísir, at bøn ella grundan kann hjálpa einum at menna ein takksemishugburð.
Ven at siga takk!
Tey flestu munnu kenna sangin Fyri allar gávur lær at siga takk! Hesin sangur varpar ljós á týdningin av at siga takk. Áheitanin í sanginum um at læra at siga takk er einføld, fylt við vísdómi og ert til gagns, um hon verður fylgd.
Tú kanst gera nakað ítøkiligt fyri at gerast meira takksamur í sinni, gerðum og orðum. Tú kanst t.d. skriva niður trý ting, sum tú ert takksamur fyri í tínum lívi og/ella á tínum arbeiðsplássi og geva tær tíð at grunda á hetta. Hetta kanst tú eisini gera ta komandi vikuna, skriva niður, áðrenn tú fert til songar, trý ting, sum tú ert takksamur fyri. Tú kanst eisini næstu ferð onkur veitir tær eina hjálp steðga eitt sindur á í løtuni, tá ið tú sigur takk. Kanska ein starvsfelagi hevur loyst eina uppgávu fyri teg, sum tú hevði trupult við at loysa. Sig takk av hjarta! Hví? Tí eitt menniskja hevur gjørt nakað fyri teg og hevur uppiborið tína tøkk.
Tað gagnar at takka
At vísa takksemi í orðum, gerðum og hugburði, hevur eina røð av jaligum ávirkanum við sær. Granskað hevur sum nevnt víst á fleiri gagnlig árin av at hava ein takksemishugburð og at vísa takksemi í verki. Her er nøkur dømi um gagnligar ávirkanir:
• Hægri lívgóðska
• Betri heilsa (sálarlig og likamlig)
• Sterkari og betri relatiónir og álit
• Treystleiki (resilience)
• Betri arbeiðsumhvørvi
• Betri arbeiðsmoralur
Vit hava nógvar orsøkir til at vera takksom. Tað snýr seg um at steðga á og geva sær far um gávurnar og alt tað, sum vit innast inni vita hevur gjørt nakað gott fyri okkum.
Við takksemi í hugburði, atferð og orðum, kunnu leiðarar á øllum økjum og stigum skapa størri trivnað og jaliga orku, til gleði og gagn fyri organisatiónir, familjur og alt samfelagið.
Fyri okkum øll er henda áheitan verd og góð at taka til okkum: Fyri allar gávur lær at siga takk!
Viðkomandi tilfar:
Emmons, R. (2008) Thanks!: How Practicing Gratitude Can Make You Happier. Reprint edition. Boston New York: HarperOne.
Seligman, M.E.P. (2012) Flourish: A Visionary New Understanding of Happiness and Well-being. Reprint edition. New York, NY: Atria Books.
The Science of Gratitude. The Greater Good Science Center (2018). University of California, Berkeley.