Fokus ger munin

Rúni Rasmussen

Tann skjótasti vegurin til at røkka fleiri málum er at røkka einum máli í senn” Mozart

Vit liva í einum heimi, har stórt fokus er á at skapa úrsliti og at blíva effektivari. Men í okkara denti á úrslit gloyma vit ofta, at fyritreytin fyri at skapa úrslit er førleikin at halda fokus.

Internetið, Facebook, snildfonin, høga ferðin í gerandisdegnum kunnu lætt órógva og stjala tað fokus, sum skal til fyri at vera effektivur í arbeiðinum og at røkka persónligum málum.

At fokus og málsetan skal til fyri at skapa úrslit, er ikki bert eitt uppáhald. Nógv er granskað í atferð, sum førir til størri effektivitet. Fleiri kanningar vísa, at førleikin at halda fokus er sera týdningarmikil fyri at skapa úrslit.

Nógv halda, at multitasking (at gera fleiri ting samstundis) er vegurin til fleiri og betri úrslit. Her skulu vit vera varin. Sjálvandi er multitasking neyðug og góð í nøkrum førum. Men um multitasking gerst okkara høvuðsarbeiðsháttur, er stórur vandi fyri lægri effektiviteti, at vit t.d. ikki fanga týðandi upplýsingar og at fleiri mistøk verða gjørd.

Kendi sálarfrøðinguirn Daniel Coleman vísir í bók síni Focus á, førleikin at halda fokus hevur størri týdning fyri avrik enn t.d. IQ og sosial bakgrund. Coleman grundgevur fyri, at fokus drívur tað, sum er framúrskarandi. Tað er fokus, sum ger munin.

At halda fokus er stór avbjóðing hjá nógvum, bæði í arbeiðslívi og privatlívi. Tað eru ofta so nógv órógvandi mál og viðurskifti, ið so lætt kunnu stjala fokus og leiða okkum frá tí, sum vit skulu gera ella hava sett okkum fyri at gera. Tað er ein beinhørð kapping um okkara uppmerksemi, eittnú frá óendaligum uppsløgum, lýsingum og innbjóðingum á sosialum miðlum.

Økt fokus kemur ikki av sær sjálvum. Ein má arbeiða við sær sjálvum fyri at blíva betri til at fokusera. Hetta arbeiði gevur meining, tí tað førir við sær, at fleiri mál verða rokkin og úrslit skapt, og persónligt nøgdsemi er eisini ein týðandi vinningur. Øktur førleiki at fokusera kann venjast og mennast.

Her eru nøkur ráð til at blíva betri til at fokusera og loysa uppgávur:

• Skriva ein lista við uppgávum og málum í raðfesting. Royn at loysa eina uppgávu í senn. Strika út, tá uppgáva er loyst ella mál eru rokkin.

• Løna tær sjálvum, tá uppgáva er loyst ella tú hevur arbeitt sera fokuserað í t.d. ein tíma. Tað kann t.d. vera ein koppur av kaffi. Slíkar sjálvlønir kunnu gera stóran mun í gerandisdegnum.

• Til tín, sum hevur arbeiði, har teldupostar fylla nógv: Ikki kanna teldupost alla tíðina! (um hetta ikki er alneyðugt) Tað er sera ineffektivt at taka ímóti teldupostum, meðan tú arbeiðir við uppgávu, sum krevur stórt fokus.

• Far í holt við tær truplastu uppgávurnar, tá ið tú ert best fyri. Fyri fleiri er besta løtan at halda fokus um morgunin. Tað týdningarmesta er, at tú finnur tær tíðir, har tú ert best fyri.

• Tryggja tær, at títt umhvørvi (t.d. skrivstovan) stuðlar undir øktum fokusi. Hugsa um ljós, ljóð, borð, stól, myndir v.m. Undirmet ikki týdningum av einum stimbrandi umhvørvi!

Halt fokus, tí fokus ger munin og ger teg effektivari!