
Rúni Rasmussen
Fyrr í ár komu út úrslitini frá einari sera umfatandi spurnakanning í Arbeiðsumhvørvi í Føroyum (juni 2024), 292 síður. Hetta er úrslit av spurnakanning av arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnaði hjá arbeiðstakarum í Føroyum. Kanningin er sera umfatandi og gevur sera gott innlit í eina røð av týdningarmiklum evnum og úrslitum, sum eru gullverd hjá leiðarum og øðrum at taka til síni í leiðslu- og organisatiónsarbeiði. Kanningin er tann fyrsta av sínum slagi millum føroyskar arbeiðstakarar. Kanningin útvegar nýggja vitan um arbeiðsumhvørvið í Føroyum.
Kanningin vísir m.a., at yngri arbeiðstakarar í Føroyum hava størri avbjóðingar við sálarligum, sosialum, og likamligum arbeiðsumhvørvi enn teir eldru. Yngri arbeiðstakarar stríðast meira við likamligt arbeiðsumhvørvi, arbeiðspínu og sjúkufráveru enn teir eldru. Starvsbólkar innan “Annað handaligt arbeiði” og líknandi eru mest tyngdir, bæði sálarliga og likamliga. Kvinnuligir arbeiðstakarar eru meira útsettir fyri neiligari atferð og kensluligum krøvum enn menn. Úrslitini í kanningini benda á, at eitt gott arbeiðsumhvørvi minkar um líkindi fyri tunglyndi og sjúkufráveru, meðan neilig atferð økir um hesi.
Kanningin er gjørd í einum samstarvi millum Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø, Deildina fyri Arbeiðs- og almannaheilsu og Fróðskaparsetur Føroya. Allir føroyskir arbeiðstakarar, sum vóru eldri enn 18 ár, tá spurnakanningin byrjaði, vórðu bjóðaðir at luttaka í spurnakanningini. 9.420 fólk svaraðu, so her er talan um eitt sera stórt dátugrundarlag. Í kanningini verður samanborið við donsk tøl.
Í kanningini bleiv spurt um 38 ymiskar dimensjónir av psykososiala arbeiðsumhvørvinum, sum blivu bólkað hesi sjey yvirskipaðu økini:
Hvussu arbeiðið er skipað
– Krøv í arbeiðinum
– Samstarv
– Leiðsla
– Broytingar
– Neilig atferð
– Trivnaður
Harafturat hava vit spurt um ymiskar dimensjónir av arbeiðsumhvørvinum innan hesi
øki:
– Likamligt arbeiðsumhvørvi
– Evnafrøðiligt arbeiðsumhvørvi
– Larmur og ristingar
– Arbeiðsóhapp og trygd
– Heilsa og arbeiðsførleiki
Eg havi niðanfyri endurgivið nakrar niðurstøður úr kanningini, tikið úr samanumtøkuni (s. 11-24). Fyri at fáa eina heildarfatan av høvuðsúrslitunum, er neyðugt at lesa allan samandáttin, og sjálvandi fæst eitt neyvari innlit við at lesa alla útgávuna.
Endurgevingar úr frágreiðingini:
Sum heild benda úrslitini á, at yngru arbeiðstakararnir í Føroyum meta arbeiðsumhvørvið og heilsuna verri enn eldruarbeiðstakararnir, ið meta sítt arbeiðsumhvørvi jaligari.
Psykososialt arbeiðsumhvørvi og trivnaður
Úrslitini benda á, at minni munur er á, hvussu danskir og føroyskir svarpersónar meta ymiskar faktorar í mun til leiðslu. Tó benda úrslitini á, at føroyskir svarpersónar meta hvussu arbeiðstakarin tekur lut á arbeiðsplássinumat vera munandi lægri enn danskir svarpersónar.
Kanningin vísir harumframt, at útbreiðslan av neiligari atferð er størri millum svarpersónar úr Føroyum enn úr Danmark. Henda størra útbreiðslan sæst innan fyri harðskap, hóttanir, happing, kynsliga happing og mismun/vánaliga viðferð. Grundað á hesi úrslit kann tað sostass koma óvart á, at svarpersónarnir úr Føroyum sum heild siga frá betri trivnaði í arbeiðinum enn svarpersónarnir úr Danmark – hetta ger seg serliga galdandi fyri stigarnar hvussu arbeiðstakarin tekur lut í arbeiðsplássinum, nøgdsemi við arbeiðið, strongd og tvídráĴir millum arbeiðslív og heimalív.
Endaliga benda úrslitini á, at arbeiðstakarar í ‘Leiðsluarbeiði’ uppliva hægri krøv í arbeiðinum viðvíkjandi arbeiðsmongd, kognitiv krøv og markleyst arbeiði samanborið við hinar starvsbólkarnar í kanningini. Úrslitini í kanningini benda harumframt á, at kvinnuligir arbeiðstakarar uppliva fleiri kenslulig krøv í arbeiðinum og krøv um at fjala kenslur enn mannligir arbeiðstakarar. Úrslitini benda somuleiðis á, at kvinnur í hægri mun føla seg strongdar enn menn.
Úrslitini benda harumframt á, at psykososiala arbeiðsumhvørvið og trivnaðurin er ymiskur, serstakliga upp á tvørs av aldursbólkum í kanningini. Úrslitini benda á, at yngri svarpersónar í kanningini uppliva at hava fleiri avbjóðingar í sambandi við Hvussu arbeiðið er skipað og í arbeiðinum sum heild, tí yngri svarpersónar hava týðiliga verri stigatal á stigunum uppliving av meining í arbeiðinum, hugbinding í arbeiðinum, strongd, nøgdsemi við arbeiðið, nøgdsemi í mun til sálarliga arbeiðsumhvørvið og tvídráttir millum arbeiðslív og heimalív. Øvut hesum benda úrslitini á, at støðan týðiliga er øðrvísi hjá teimum eldru arbeiðstakarunum yvir 65 ár, ið sum heild meta psykososiala arbeiðsumhvørvið og trivnaðin jaliga (sí talvu 1).
Tá hugt verður eftir úrslitunum um neiliga atferð, vísa hesi fyrst og fremst, at hóttanir er tann av neiligu gerðunum, ið oftast kemur fyri hjá arbeiðstakarum í Føroyum (sí talvu 2). Harnæst benda úrslitini á, at kvinnuligir arbeiðstakarar í Føroyum yvirskipað eru meira útsettar fyri neiligari atferð enn mannligir arbeiðstakarar, serstakliga tá tað ræður um hóttanir, harðskap, kynsliga happing og mismun/vánaliga viðferð. Úrslitini benda eisini á, at yngri arbeiðstakarar oftari eru fyri neiligari atferð á arbeiðsplássinum enn eldri arbeiðstakarar.
Likamligt arbeiðsumhvørvi
Tá likamliga arbeiðsumhvørvið verður samanborið upp á tvørs av bólkum í kanningini, benda úrslitini á, at likamliga arbeiðsumhvørvið er tyngst hjá hesum starvsbólkum: ’Tænastu- og søluarbeiði’, ‘Arbeiði innan landbúnað, skógrøkt og fiskiskap’, ‘Handverkaraarbeiði’, ‘Operatør- og monteringsarbeiði umframt flutningsarbeiði’ og ‘Annað handaligt arbeiði’, meðan likamliga arbeiðsumhvørvið sýnist at vera minni tyngjandi hjá starvsbólkum sum ‘Leiðsluarbeiði’, ‘Arbeiði, treytað av vitan á høgum støði’ og ‘Vanligt kontór- og kundatænastuarbeiði’ (sí talvu 3).
Harumframt benda úrslitini á, at yngri arbeiðstakarar eru meira tyngdir av teirra likamliga arbeiðsumhvørvi enn eldri arbeiðstakarar. Hetta er serliga galdandi fyri svarpersónar undir 25 ár, men sýnist eisini at gera seg galdandi fyri svarpersónar í aldrinum 25 til 34 ár. Sí talvu 3.
Arbeiðsóhapp og trygd
Úrslitini innan fyri hetta økið benda serliga á avbjóðingar hjá arbeiðstakarum í ‘Annað handaligt arbeiði’, tí hesi úrslit vísa á vánaligt trygdarumhvørvi og at parturin av svarpersónum, sum hevur verið fyri minst einum arbeiðsóhappi er munandi størri í hesum starvsbólki samanborið við føroysku svarpersónarnar sum heild.
Heilsa og arbeiðsføri
Úrslitini benda eisini á, at tey yngru siga seg hava verri heilsu enn hinir aldursbólkarnir í kanningini.
Harumframt benda úrslitini á, at ein størri partur av arbeiðstakarum yngri enn 34 ár uppliva pínu í arbeiðinum vikuliga, meðan teir elstu arbeiðstakararnir í minni mun siga frá um pínu í arbeiðinum. Úrslitini benda harumframt á, at ein størri partur av svarpersónum yngri enn 25 ár uppliva, at pína avmarkar tey í arbeiðinum, meðan svarpersónarnir eldri enn 65 ár í minni mun uppliva at vera avmarkað vegna pínu.
Innan økið Heilsufremjandi tilboð benda úrslitini á, at danskir arbeiðstakarar í eitt sindur størri mun taka ímóti heilsufremjandi tilboðum frá arbeiðsgevaranum, burtursæð frá
rørslutilboðum har bert lítil munur er á bólkunum.
Samanber man úrslitini fyri sjúkufráveru upp á tvørs av bólkunum í kanningini, benda úrslitini á, at kvinnuligir arbeiðstakarar úr Føroyum í miðal hava uml. tveir fleiri sjúkudagar enn mannligir arbeiðstakarar. Harnæst peika úrslitini á, at arbeiðstakararnir yngri enn 25 ár hava næstan dupult so nógvar sjúkudagar enn arbeiðstakarar eldri enn 65 ár. Til endans benda úrslitini á, at sjúkufráveran er hægst innan fyri starvsbólkarnar ’Annað handaligt arbeiði’ og ’Arbeiði innan landbúnað, skógrøkt og fiskiskap’.
Til endans benda úrslitini á, at tað er ein størri partur av arbeiðstakarum í ’Annað handaligt arbeiði’ og ’Tænastu- og søluarbeiði’, sum hava ábendingar um tunglyndiseyðkenni samanborið við hinar starvsbólkarnar í kanningini. Her vísa úrslitini eisini, at tað eru fægst í starvsbólkunum ’Leiðsluarbeiði’ og ’Arbeiði, ið er treytað av vitan á hægsta støði’ við ábendingum um tunglyndiseyðkenni (sí talvu 3).
Tað sæst týðiliga, at teir yngstu arbeiðstakararnir í Føroyum uppliva partar av bæði sálarliga og sosiala arbeiðsumhvørvinum at vera meira tyngjandi enn eldru arbeiðstakararnir, men eisini innan øki av likamliga og evnafrøðiliga arbeiðsumhvørvinum umframt heilsu og arbeiðsførleika, eru tað yngru arbeiðstakararnir, sum eru mest tyngdir. Úrslitini geva harumframt greiðar ábendingar um arbeiðsumhvørvið og heilsuna upp á tvørs av starvsbólkum. Sum heild eru tað serliga starvsbólkar sum ’Annað handaligt arbeiði’ og ’Operatør- og monteringsarbeiði umframt flutningsarbeiði’, sum eru tyngdir innan eina røð av økjum, ið hava týdning fyri arbeiðsumhvørvið.
Samanhangir millum arbeiðsumhvørvi og heilsu
Greiningarnar vísa millum annað, at svarpersónar, sum svara, at tey hava eitt ’gott’ psykososialt arbeiðsumhvørvi minni sannlíkt siga seg hava tunglyndiseyðkenni og sjúku-fráveru. Harafturímóti vísa úrslitini, at um mann hevur verið fyri neiligari atferð í arbeiðinum, so hevur mann eisini í størri mun lyndi til at siga frá fleiri tunglyndiseyðkennum og hægri sjúkufráveru.
***
Leiðarar á øllum stigum, HR-fólk, granskarar, trygdarumboð, myndugleikar, starvsfólk og onnur hava við hesi frágreiðing fingið virðismikla vitan um arbeiðsumhvørvið í Føroyum.
Vónandi verður vitanin av mongum brúkt til at betra um øll arbeiðsumhvørvini í okkara landi og harvið betra um heilsu og trivnað hjá túsundtals starvsfólkum.
Øll kanningin kann lesast her.