Um meg

Eg eiti Rúni Rasmussen og búgvi á Strondum saman við mínari familju. Eri giftur við Noomi K. Rasmussen, og eiga vit tvey børn.

Eg brenni fyri leiðslu. Eg eri sannførdur um, at leiðarar kunnu skapa eitt betri samfelag. Eg vil vera við til at seta fokus á týdning av, at leiðarar taka ábyrgd og skapa eina betri framtíð á øllum økjum í okkara samfelagi.

Eigi og reki ráðgevingarvirkið RR Consulting, sum veitir ráðgeving og tænastur innan leiðslu og organisatiónsmenning. 

Var kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu frá 2021-2025. Var deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni 2009-2021, har eg hevði ábyrgd av Stjórnartænastuni og Stjórnarskúlanum. Hesin skúlin skipaði fyri felags førleikamenning í landsfyrisitingini.

Var í 2017-2021 limur í OECD Global Network of Schools of Government umboðandi Løgmansskrivstovuna.

Var nevndarlimur í hondbóltsfelagnum StÍF 2020-2024, trý ár sum formaður. 

Eri limur í nevndini í Mentor.fo.

Var nevndarformaður í Global Leadership Summit Føroyar í 2010-2015. Henda leiðsluráðstevna (stytt GLS) savnaði árliga á leið 400 leiðarar í Norðurlandahúsinum til tveir dagar við íblástri, menning og netverki.

Eg var deildarleiðari á Almannastovuni í 2007-2009. Frá 2003-2006 undirvísti eg sum tímalærari í samfelagsfrøði á Fiskivinnuskúlanum og á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Í tíðarskeiðinum 2005 til 2006 var eg skrivari í Stjórnarskipanarnevndini.

Frá 2000 til 2008 hevði eg ymiskar leiðsluuppgávur í samkomuni Filadelfia í Tórshavn. Eg var limur í ritstjórnini fyri Føroyskt Lógarrit (Faroese Law Review) frá 2004 til 2006.

Var 2018-2020 foreldraumboð í skúlastýrinum fyri Frískúlan Keldan.

Eg eri virkin í samkomuni Kelduni í Skálafirði, sum er okkara andaliga heim. Var við til at stovna Bíbliuskúlan Keldan, og eri partur av leiðsluni fyri skúlan.

Útbúgvingar, skeið v.m: 

Master of Business Administration (MBA) í boytingar- og innovatiónsleiðslu (York St. John University, 2024)
Applied Strategic Foresight – Bringing Futures Thinking into Strategy (Copenhagen Institute for Futures Studies, 2024)
Graduate Certificate (Pg.Cert.) í gudfrøði (University of Chester, 2022)
Certified Resilience Coach (Driven, 2021)
Simulation Skills: This is Your Brain on the Future (Institute for the Future, 2020)
Forecasting Skills: See the Future Before it Happens (Institute for the Future, 2020)
Ready, Set, Future! Introduction to Futures Thinking (Institute for the Future, 2020)
Sustainable Development in the 21st Century with Ban Ki-moon – Yonsei University/Coursera (2019)
The Sustainable Development Goals – A global, transdisciplinary vision for the future – University of Copenhagen/Coursera (2018)
Master Class í Nudging (atferðarfrøði) (2018)
Prosesskonsulentur, Probana Business School (2014)
Projektleiðaraútbúgving (2010)
Masterprógv í stjórnmálafrøði (stjórnmálafrøðingur) frá Fróðskaparsetri Føroya (2006)
Bachelorprógv í stjórnmálafrøði og í søgu (2003/2005)
Merkonomprógv í marknaðarføring (2000)
HH-prógv (1998)

Ger eina viðmerking