Ókend's avatar

About Rúni Rasmussen

fdhfg dfgdfg dfgdfgdf dfgdfg

Lær at siga takk!

Rúni Rasmussen

Tað er gott og gagnligt at siga takk av hjarta. Vit hava øll okkurt at vera takksom fyri.

Vísasti vegurin til líkasælu og ótakksemi er at taka ting og hjálp frá øðrum menniskjum fyri givið.

Ein leiðari er ikki superman, men eitt menniskja, sum hevur fingið ábyrgd og uppgávu at ávirka og leiða í takksemi og virðing fyri sínum medmenniskjum.

Ein skal ikki takka bara tí tað verður væntað; nei, vit eiga at takka av hjarta. Tað merkir, at ein er ektaður í sínum takksemi, ein meinar tað.

Takksemi og gransking
Tá ið tú takkar erligt og hjartaliga einum øðrum menniskja fyri íkast, hjálp ella tæntasu, hendir nakað bæði við tær og tí, sum móttekur tína tøkk. Hetta er ikki bert uppáhald. Gransking vísir greitt, at tað at vísa takksemi og at móttaka tøkk ger nakað við okkum sum menniskja, tað hevur jaliga og gagnliga ávirkan á okkum. Hetta vísindaøki verður ofta nevnt gratitude studies og verður sett í samband við menningarsálarfrøði.

Robert A. Emmons, sum hevur granskað nógv í takksemi, skrivar í bók sínari Thanks! m.a.:

“Okkara slóðbrótandi gransking hevur staðfest, at takksom menniskju uppliva fleiri jaligar kenslur sum t.d. gleði, eldhuga, kærleika, eydnusemi (happiness) og bjartskygni, og tað at vísa takksemi sum ein fastan vana verjir ein persón frá niðurbrótandi impulsum sum øvundsjúka, firtni, havisjúka og beiskleiki.”

Henda útsøgn tekur væl saman um niðurstøðu frá umfatandi takksemisgransking.

Leiðarar og takksemi
Sum leiðari skalt tú ikki bara siga takk tí tað er góður fólkaskikkur. Tú skalt siga takk, tí onkur eigur at fáa takk. Hetta er ein máti at vísa virðing og ikki at taka ting og íkøst frá øðrum fyri givið. Vit kenna øll, hvussu lætt tað er at taka alt møguligt fyri givið. Tað er ikki gott. Manglandi takksemi er køvandi og førir við sær, at organisatiónir og starvsfólk ikki virka so væl sum tey eiga. Vit eiga at steðga á og geva okkum far um, hvussu nógv vit í grundini hava at takka fyri.

Tøkk í truplum støðum
Ein kann vera í umstøðum, sum eru tungar og truplar, og er takksemi tá ikki fremst í huga. Men eisini í slíkum støðum er uttan iva okkurt, ið vit kunnu vera takksom fyri. Steðga á og royn og fá eyga á okkurt, sum vert at vera at takksamur fyri! Gransking vísir, at bøn ella grundan kann hjálpa einum at menna ein takksemishugburð.

Ven at siga takk!
Tey flestu munnu kenna sangin Fyri allar gávur lær at siga takk! Hesin sangur varpar ljós á týdningin av at siga takk. Áheitanin í sanginum um at læra at siga takk er einføld, fylt við vísdómi og ert til gagns, um hon verður fylgd.

Tú kanst gera nakað ítøkiligt fyri at gerast meira takksamur í sinni, gerðum og orðum. Tú kanst t.d. skriva niður trý ting, sum tú ert takksamur fyri í tínum lívi og/ella á tínum arbeiðsplássi og geva tær tíð at grunda á hetta. Hetta kanst tú eisini gera ta komandi vikuna, skriva niður, áðrenn tú fert til songar, trý ting, sum tú ert takksamur fyri. Tú kanst eisini næstu ferð onkur veitir tær eina hjálp steðga eitt sindur á í løtuni, tá ið tú sigur takk. Kanska ein starvsfelagi hevur loyst eina uppgávu fyri teg, sum tú hevði trupult við at loysa. Sig takk av hjarta! Hví? Tí eitt menniskja hevur gjørt nakað fyri teg og hevur uppiborið tína tøkk.

Tað gagnar at takka
At vísa takksemi í orðum, gerðum og hugburði, hevur eina røð av jaligum ávirkanum við sær. Granskað hevur sum nevnt víst á fleiri gagnlig árin av at hava ein takksemishugburð og at vísa takksemi í verki. Her er nøkur dømi um gagnligar ávirkanir:

• Hægri lívgóðska
• Betri heilsa (sálarlig og likamlig)
• Sterkari og betri relatiónir og álit
• Treystleiki (resilience)
• Betri arbeiðsumhvørvi
• Betri arbeiðsmoralur

Vit hava nógvar orsøkir til at vera takksom. Tað snýr seg um at steðga á og geva sær far um gávurnar og alt tað, sum vit innast inni vita hevur gjørt nakað gott fyri okkum.

Við takksemi í hugburði, atferð og orðum, kunnu leiðarar á øllum økjum og stigum skapa størri trivnað og jaliga orku, til gleði og gagn fyri organisatiónir, familjur og alt samfelagið.

Fyri okkum øll er henda áheitan verd og góð at taka til okkum: Fyri allar gávur lær at siga takk!

Viðkomandi tilfar:

Emmons, R. (2008) Thanks!: How Practicing Gratitude Can Make You Happier. Reprint edition. Boston New York: HarperOne.
Seligman, M.E.P. (2012) Flourish: A Visionary New Understanding of Happiness and Well-being. Reprint edition. New York, NY: Atria Books.
The Science of Gratitude. The Greater Good Science Center (2018). University of California, Berkeley.

Latið okkum tosa um leiðslu!

Rúni Rasmussen

Leiðsla hevur týdning fyri einstaklingar og samfeløg.

Leiðsla á ymiskjum økjum hevur ávirkan á okkara lív, nærumhvørvi og samfelag.

Vit kunnu ímynda okkum, hvussu støðan hevði verið uttan leiðslu. Familjur uttan leiðslu, áhugafeløg uttan leiðslu, fyritøkur uttan leiðslu, kirkjur uttan leiðslu, eitt land uttan leiðslu. Frávera av leiðslu kann skapa kaos og tilvild. So leiðsla hevur týdning.

Men hvat er leiðsla?

Tað er ikki so einfalt, at vit kunnu finna eina endaliga og alment góðtikna allýsing í svarlista í einari leiðslubók. Nógv er skrivað um hugtakið leiðsla av bæði lærdum og leikfólki seinastu árini. Og nógvar allýsingar av hugtakinum leiðsla verða settar fram í faktilfari og populerbókum.

Tað er gott, at leiðsla er sett á breddan í akademiska heiminum og í almenna orðaskiftinum, tí neyðugt er at hava livandi og væl grundað orðskifti um eitt so týdningarmikið evnið sum leiðsla í roynd og veru er.

Yukl og Gardner allýsa leiðslu soleiðis:“Leiðsla er tilgongdin at ávirka onnur at skilja og taka undir við tí, sum eigur at verða gjørt og hvussu tað skal gerast, og tilgongdin at fasilitera einstaklinga og felags royndir at røkka felags málum.”

Leiðsluráðgevin John C. Maxwell sigur um leiðslu, at:“Leiðsla er ávirkan – einki meira, einki minni.”

Linda A. Hill sigur stutt og greitt: “Leiðsla snýr seg um at skapa ein kontekst, har onnur kunnu avrika, klára seg væl og mennast. ”

Warren Bennis førir fram, at:“Leiðsla er førleikin at gera visión til veruleika.”

Roger Gill hevur eina góða og breiða allýsing av leiðslu:“Leiðsla er at vísa vegin og at hjálpa ella fáa onnur til at ganga hann. Hetta ber í sær at vísa á eina eina ynskta framtíð (visión), virka fyri greiðum endamáli ella mission, stuðlandi virðum og intelligentum strategium og at geva teimum íblandaðu førleikar (empowering).”

Eg havi ikki nakra framúr allýsing at bjóða fram, men eg vil geva mítt boð uppá, hvat eg haldi, at leiðsla er. Her er mítt boð: “Leiðsla er at seta kós og mál, at ávirka og leiða menniskju og organisatiónir fram ímóti felags máli, at føra menniskju ella bólkar frá A til B; frá verandi støðu til eina betri framtíðarstøðu.”

Tað er tíbetur so, at eingin hevur einarætt at allýsa leiðslu. At fólk geva sítt boð uppá, hvat tey halda, at leiðsla er, er gott og gagnligt, tí hetta er við til at gera okkum klókari um hetta ofta undirmetta evnið. Og vónandi fær hetta okkum at vera meira tilvitað um leiðslu og teir ágóðar og avbjóðingar, sum er knýttar at hesum at leiða onnur og at sjálvur geva seg undir leiðslu.

Latið okkum tosa og skifta orð um leiðslu yvirskipað og ítøkiligt, opið og erligt.

Her eru nakrir lyklaspurningar, sum vónandi kunnu seta tankar og orðaskifti í gongd: Hvat er leiðsla? Hvat er góð leiðsla? Hvat eyðkennir ein góðan leiðara? Hvat eyðkennir vánaliga leiðslu? Hvat er burðardygg leiðsla? Hvørja ávirkan hevur góð leiðsla á okkara samfelag?

Verkætlanarleiðsla á føroyskum?

Rúni Rasmussen

Tað er púra natúrligt at vilja hava hugtøk á sínum móðurmáli. Saknar tú hugtøk og amboð um verkætlanarleiðslu á føroyskum? So stendur tú ikki púra á berum. Ein stutt og praktisk vegleiðing er tøk, sum inniheldur kjarnuhugtøk og frymlar á føroyskum. Tað er útgávan Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini – Leistur og vegleiðing, sum landsstýrið gav út í 2014. Hóast útgávan upprunaliga var ætlað til at brúka í verkætlanararbeiði í landsstýrinum og í almennum stovnum, er henda verkætlanarvegleiðing væl egnað í verkætlanararbeiði uttan mun til fak- og arbeiðsøki. Eg var við til at gera henda leist saman við øðrum. Vit løgdu dent á at varpa ljós á kjarnuhugtøk og amboð á føroyskum. T.d. mentu vit, grundað á royndir og útvaldar fakbøkur og greinar, verkætlanarleiðslufrymil við varðum, fimm teinum og tilgongdum (s. 13).

Tað er sera grundleggjandi at hava eina greiða verkætlanarskipan, tá arbeitt verður, og í hesi útgávu verða hesi hugtøk allýst við atlti at verkætlanarskipan: stýrisbólkur, eigari, stýrisbólkaformaður, tilvísingarbólkur, undirveitari, verkætlanarleiðari, verkætlanarbólkur og luttakarar (s. 10).

Eitt sera hent amboð er verkætlanarstjørnan, ið lýsir avgerandi samanhang í øllum verkætlanum og er týdningarmikið ráðleggingar­og stýrisamboð í verkætlanum (s. 11).

Verkætlanarleiðsla í landsfyrisitingini – Leistur og vegleiðing er tøk her.

Vónandi kann henda vegleiðing vera til hjálp í týdningarmikla arbeiðinum at leiða verkætlanir, sum eydnast væl og at skapa virði fyri einstaklingar, organisatiónir og samfelagið. Góð leiðsla er avgerandi fyritreyt fyri at koma á mál og at gera ein mun.