Innovatión – slóðir

Vakstrarforum løgmans virkaði frá februar í 2021 til juni í 2022. Endamálið við Vakstrarforum var at birta upp undir virðisøking og nýhugsan í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund. Vakstrarforum læt úr hondum seks frágreiðingar/tilmæli, sum kunnu lesast her.

Íverksetarahúsið. Íverksetarahúsið gevur ráð um íverksetan, innovatión og hvussu ein kann gera hugskot til veruleika. Sí her.

Íverksetaraportalurin veitir eina hjálpandi hond til íversetarar, við at samla viðkomandi kunning, sum er tøk her.

NESTA er ein sjálvstøðugur depil í UK, sum ráðgevur um innovatión og mennir vegleiðingar og amboð at brúka í arbeiðinum at nýhugsa, samskapa og fremja slóðbroytandi loysnir, sum hava sosialt gagn. Sí síðuna her.

OECD. Millumstjórnafelagsskapurin OECD hevur í fleiri ár víst á týdningin á innovatión. OECD hevur gjørt fleiri greiningar og tilmæli hesum viðvíkjandi. Sí eina góða slóð her.

OECD Observatory of Public Sector Innovation (OPSI) er ein sera góð og prakisk síða ætlað til tey, sum arbeiða við innovatión í almenna geiranum (government). Sí her.

Center for Offentlig innovation er ein landsumfevnandi depil, sum hevur til endamáls at hækka góðskuna og virknið í almenna geiranum gjøgnum innovatión. Depilin brúkar sonevnt innovatiónsbarometur, sum vísir støðuna á nógvum ymiskum økjum, tá talan er um innovatión, organisatión, samstarv og loysnir. Sí heimasíðun hjá deplinum her.

Vinnova.se. Vinnova er ein svenskur stovnur, sum arbeiðir við at stimba innovatión í Svøríki. Vinnova.se inniheldur nógv gott tilfar og amboð. Sí her.

Ger eina viðmerking