Hvat er leiðsla?

Tað eru nógvar ymiskar allýsingar av hugtakinum leiðsla.

Dømi um allýsingar:

“Leiðsla er tilgongdin at ávirka onnur at skilja og taka undir við tí, sum eigur at verða gjørt og hvussu tað skal gerast, og tilgongdin at fasilitera einstaklinga og felags royndir at røkka felags málum (Yukl and Gardner í Leadership in Organizations (2020)”

“Leiðsla er førleikin at gera visión til veruleika” (Warren Bennis)

“Leiðsla er at vísa vegin og at hjálpa ella fáa onnur til at ganga hann. Hetta ber í sær at vísa á eina eina ynskta framtíð (visión), virka fyri greiðum endamáli ella mission, stuðlandi virðum og intelligentum strategium og at geva teimum íblandaðu førleikar (empowering)” (Roger Gill í bókini Theory and Practice of Leadership (2011)

“Leiðsla er ávirkan – einki meira, einki minni” (John C. Maxwell)

Eg haldi, at leiðsla kann lýsast nakað soleiðis:
Leiðsla er at seta kós og mál, at ávirka og leiða menniskju og organisatiónir fram ímóti felags máli, at føra menniskju ella bólkar frá A til B; frá verandi støðu til eina betri framtíðarstøðu.

Ger eina viðmerking