Íblástur at skapa nýtt

Rúni Rasmussen

Innovatión er at skapa nakað nýtt, sum ger mun.

Eg eri sannførdur um, at tilvitað innovatión í nógv størri mun skal á breddan í føroyska almenna geiranum og í samfelagnum sum heild. Neyðugt er at arbeiða enn meira miðvíst við at stuðla upp undir innovatiónsmentan, so nýggjar, slóðbrótandi og munagóðar loysnir verða mentar, øllum samfelagnum at frama.

Føroyar eru í fremstu røð á fleiri økjum. Kanning frá Fólkaheilsuráðnum frá mai í ár staðfestir, at Føroyar eru eitt framúr land at búgva í, og at lívsnøgdsemið hjá føroyingum er væl hægri enn í grannalondum okkara, sum annars eru heimsins eydnusamastu lond.

Vit hava við nýggjum hugskotum og loysnum, ofta so líðandi, bygt eitt vælferðarsamfelag í heimsflokki. So innovatión skal ikki á breddan, tí vit eru so aftarliga í mun til onnur, men fyri meiri tilvitað at menna okkara samfelag enn meira, og tí at vit mugu taka ímóti stórum og áhaldandi avbjóðingum.

Avbjóðingarnar í dagsins samfelagi eru av einum vavi, sum vit ikki hava sæð áður.

Borgarin væntar alsamt  fleiri tænastur og veitingar av almenna geiranum, men vit vita, at menniskjaliga og fíggjarliga tilfeingið er og verður avmarkað.

Økt alheimsgerð og avbjóðingin at vera ein kappingarfør tjóð á fleiri økjum, er ein orsøk til, at vit áhaldandi mugu hugsa nýtt og skapa meirvirði fyri borgarar, kundar og alt samfelagið.

Sonevndir tvørligir trupulleikar (wicked problems) gerast støðugt fleiri í tali og hótta ikki bert einstøk lond, men í nógvum førum allan heimin, eitt nú veðurlagsavbjóðingar, umhvørvið, yvirgangur og umfarssóttir. Til tess at fáa so frægt tamarhald á hesum avbjóðingum sum møguligt, er neyðugt við innovatión og samstørvum tvørtur um mørk á fleiri stigum (lond, geirar, fakøki o.s.fr.).

Hesar stóru avbjóðingar, sum eru nevndar omanfyri, seta trýst á okkara skipan og á stjórnir kring allan heim. Lond kunnu ikki bara lata standa til. Millum annað hevur millumstjórnafelagsskapurin OECD í fleiri greiningum og útgávum víst á alstóra týdningin av, at stjórnir seta innovatión í miðdepilin, so tær gerast betur førar fyri at loysa hesar risa avbjóðingar.

Í fleiri londum eru sonevndar innovatiónseindir settar á stovn. Hetta er ásannan av, at tørvur er á at seta fokus á týdningin av innovatión, og at neyðugt er at arbeiða skipað og strategiskt við innovatión í mun til avbjóðingarnar í samfelagnum á mongum økjum og á ymiskum stigum.

MindLab er ein innovatiónseind, sum fleiri stjórnarráð í Danmark í felag hava stovnað. MindLab arbeiðir saman við borgarum, stovnum og fyritøkum við tí endamáli at skapa nýggjar og innovativar loysnir. MindLab tekur útgangsstøði í borgaranum, tá ið tey arbeiða við at menna nýggjar loysnir og tænastur í almenna geiranum. MindLab brúkar nógv ymisk amboð í innovatiónsarbeiðinum. Fleiri góð amboð eru tøk á mind-lab.dk.

Annað dømi er Center for Offentlig Innovation í Danmark, ið er ein landsumfevnandi depil, sum hevur til endamáls at hækka góðskuna og virknið í almenna geiranum gjøgnum innovatión. Tað er stjórnin, kommunurnar, regiónirnar og onnur, sum hava sett depilin á stovn. Depilin arbeiðir við at spjaða og eftirmeta innovatión, skapa sambond og kanna innovatiónsstigið í ymiskum organisatiónum. Depilin brúkar sonevnt innovatiónsbarometur, sum vísir støðuna á nógvum ymiskum økjum, tá talan er um innovatión, organisatión, samstarv og loysnir.

NESTA er ein sjálvstøðugur innovatións- og menningarmiðdepil í Onglandi. NESTA hjálpir fólkum og organisatiónum at fremja í verki nýggj og góð hugskot, sum hava týdning fyri øll. NESTA hevur framleitt nógvar sera góðar frágreiðingar, tilmæli og greiningar. Á NESTA heimasíðuni finnur tú nógvan íblástur og hent amboð til innovatiónsarbeiði.

Í avbjóðingini at fremja nýskapan á ymiskum samfelagsøkjum er týdningarmikið at hava í huga, at menniskjatilfeingið (human capital) er tað týdningarmesta tilfeingið. Samstarv millum einstaklingar, organisatiónir og ymsu geirarnar er fyritreyt fyri innovatiónum, sum veruliga muna í samfelagnum.

Fyrr í ár varð ein bóklingur um innovatión framleiddur í sambandi við ein starvsfólkadag hjá landsfyrisitingini. Bóklingurin ber heitið Samstarvsrikin innovatión  ̶  føroyskar innovatiónssøgur úr almenna geiranum. Við støði í føroyskum dømum verður greitt frá, hvat samstarvsrikin innovatión er, og hvørji úrslit kunnu spyrjast burtur úr. Eisini hevur bóklingurin vegleiðing um, hvussu arbeiðast kann ítøkiligt við innovatión.

Í innovatiónsarbeiði kunnu vit fáa íblástur úr øðrum londum og okkara egna landi. Við hesum víðka vit okkara sjónarring og skapa betri fyritreytir fyri at skapa nakað nýtt, sum ger mun í okkara umhvørvi.

Frá comfort til framburð

Innovation Road Sign with dramatic clouds and sky.
Rúni Rasmussen

Vit menniskju eru vanabundin. Vit kenna tryggleika og støðufesti í okkara vanum og comfort zone. Men um vit bara søkja tryggleika og ongantíð hætta okkum út um okkara comfort zone, so uppliva vit ikki jaligar broytingar í okkara lívi, umhvørvi og arbeiðsplássi.

Um vit sum einstaklingar og organisatiónir bara gera tað sama, ja, so fáa vit bert somu úrslit.

Fyri at gera broytingar og skapa nakað nýtt, mugu vit hugsa nýtt og gera tingini øðrvísi. Vit mugu lata upp fyri innovatión. Innovatión er at skapa nakað nýtt, sum ger mun.

Framburður við innovatión
Framburður krevur, at vit finna leiðina út úr comfort zone, sleppa gomlum og ótíðarhóskandi loysnum og byrja at hugsa nýtt og øðrvísi.

Stórur partur av okkara heimi hevur ment seg sera nógv tær seinastu fáu øldirnar.

Dampmaskinur vóru drívmegin í ídnaðarkollveltingini. Hópframleiðslur gjørdust vanligar, flutningurin gjørdist nógv betri og skjótari við damptokum og dampskipum.

Telegrafi, og seinni telefonin, skapti eina sanna samskiftiskollvelting.

Nýtslan av ravmagni gjørdist ein orkukollvelting, sum við tíðini kom at ávirka øll samfelagsøki.

Modernaða læknavísindin hevur lyft milliónir av menniskjum frá sjúku til heilsu, og hevur bjargað óteljandi menniskjum frá at doyggja alt ov tíðliga.

Internetið hevur tey seinastu tjúgu árini skapt fyritreyt fyri nógv størri vitanardeiling og knýtt menniskju um allan heim saman.

Listin við innovatiónum er langur. Tað eru allar hesar innovatiónirnar, sum hava skapt tað samfelag, sum vit í dag liva í. Og vilja vit framvegis mennast, er innovatión á øllum økjum vegurin fram.

John Kao, sum hevur skrivað bókina Innovation Nation, hevur eina góða allýsing av hugtakinum innovation: “Innovatión er førleikin hjá einstaklingum, fyritøkum og tjóðum at áhaldandi skapa ta framtíð, sum tey ynskja.”

Fleiri og fleiri lond viðurkenna, at fyritreytin fyri áhaldandi búskaparvøkstri er innovatión. Innovatión á øllum økjum er fyritreyt fyri at standa seg í altjóða kappingini og fyri at skapa eina betri framtíð.

Innovatión eigur at fevna um øll øki í samfelgnum. Neyðugt er t.d. at menna betri sjúkuviðgerðir, gera almennar fyrisitingar og umsitingar betri, at geva vinnulívinum stimbrandi og nýhugsandi karmar. Nýggjar vørur, tænastu og loysnir skulu mennast.

Menniskju skapa innovatión
Innovatión er ikki bert eitt fínt og popput hugtak. Innovatión er ikki bert fyri fyritøkur og tað almenna. Innovatión er neyðugt fyri alt samfelagið. Innovatión er viðkomandi fyri tann einstaka, tí innovatión kemur ikki frá skipanum, organisatiónum ella tøkni. Tað eru menniskju, ið skapa nýggjar loysnir. Ja, tað er neyðugt at hava hóskandi og stimbrandi karmar, men innovatiónin kemur frá menniskjum. Aloftast verða nýggj hugskot og loysnir kveikt í samanspæli millum menniskju.

Samanspæl skapar innovatión
Steven Johnson skrivar í bók sínari Where Good Ideas Come From um fyritreytir fyri góðum hugskotum/innovatiónum. Nakrar av niðurstøðunum hjá Johnson eru:

  • Innovatión tekur tíð
  • Tað er undantakið, at ein persónur einsamallur brádliga fær eitt kollveltandi hugskot
  • Gjøgnumbrot eru oftast úrslit av, at fólk við ymiskum hugskotum hittast og luta hugskotini við sínámillum (samvirkni)
  • Ein slóðbrótandi innovatión (t.d. internetið) byggir á eina røð av øðrum hugskotum og royndum

Vegurin til samfelagsmenning er innovatión. Vit mugu stíga út úr comfort zone, tora at hugsa nýtt og royna nýggjar loysnir. Vit mugu góðtaka, at mistøk verða gjørd. Vit mugu skapa sambond við onnur fólk við góðum hugskotum. Leiðarar mugu ganga á odda í nýhugsan. Og vit mugu trúgva uppá, at vit saman kunnu skapa eina enn bjartari framtíð.

Sjálvleiðsla

“Tað, sum er týdningarmikið er sjáldan átrokandi, og tað, sum er átrokandi, er sjáldan týdingarmikið” (Dwight D. Eisenhower)

Vit munnu øll viðurkenna, at tað er ein stór avbjóðing at raðfesta, seta mál og røkka teimum. Og tey flestu eru samd um, at tað er týðandi at seta mál fyri at skapa góð úrslit. Vit vilja øll avrika og skapa virði; gera ein mun. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. Málsetan, tilrættalegging og disiplin skal til.

Ofta fara vit beinleiðis til uppgávurnar, sum vit halda skulu loysast her og nú, og arbeiða í teirri trúgv, at vit veruliga avrika nógv. Men avrika vit veruliga nógv, um tær uppgávurnar og málini, sum vit loysa, ikki hava grundarlag í greiðum málum?

Lat meg taka eitt dømi um eina arbeiðsstøðu, sum fleiri kenna til. Tú kemur til arbeiðis mánamorgun, og tað fyrsta, ið tú gert, er at svara teldupostum, ofta í teirri raðfylgju, teir eru móttiknir. Og vit kunnu hava eina kenslu av, aftaná at hava svarað 15 teldupostum, at vit hava veruliga gjør nakað til nyttu. Men hava vit tað? Latið okkum steðga á og hugsa um, hvat tað er, sum hendir í nevndu støðu.

Tá ið tú byrjar mánamorgun við at svara teldupostum uttan støði í málum og tilrættalegging, so letur tú onnur stýra tínum arbeiði. Hugsa um hetta! Tað er ikki tú, men tey, ið hava sent teldupostarnar, sum stýra tínum arbeiði. Tað er rættiliga høpisleyst. Tað er tú, og ikki onnur, sum skulu stýra og skipa títt arbeiði. Vit mugu hava yvirskipað og ítøkilig mál, og síðan skipa mánaðirnar, vikurnar og dagarnar við støði í teimum. Tað er ikki lætt at skipa sítt arbeiði. Eg veit. Allir leiðarar hava hesa felags avbjóðing: Hvørji eru málini, og hvussu skipi eg ítøkiliga mítt arbeiði til tess at røkka teimum?

Sjálvleiðsla er tann týdningarmiklasta og tann truplasta leiðslan. Um vit skulu leiða onnur, mugu vit fyrst leiða okkum sjálv. Tú kanst ikki vísa vegin og ganga á odda, um  tú ikki megnar at leiða teg sjálvan.

Tað er einki fullkomið amboð tøkt til tíðarstýring og sjálvleiðslu. Men tað eru fleiri góð amboð.

Tað týdningarmesta er, at tú brúkar amboð, sum hjálpa tær at stýra tíðini og uppgávunum og betra um tína sjálvleiðslu.

Amerikanski forsetin Dwight D. Eisenhower (1890-1969) var upphavsmaður til eitt væl kent og sera hent amboð til at stýra tíðini í mun til tey ymisku málini og virksemini. Amboðið verður ofta nevnt Eisenhower-matrisan.

Eisenhower-matrisan sær soleiðis út:

Matrisan er býtt sundur í fýra fýrhyrningar. Hvør fýrhyrningur er ein bólking av málum og virksemum í mun til týdning og tíð. Í fýrhyrningi 1 eru mál, sum hava stóran týdning og hava skund. Í fýrhyrningi 2 eru mál, sum hava stóran týdning, men tey eru ikki átrokandi. Í fýrhyrningi 3 eru mál, sum ikki hava serligan týdning, men sum eru átrokandi. Í fýrhyrningi 4 eru mál, sum ikki hava týdning og sum ikki hava skund.

Tað týdningarmiklasta er at arbeiða við málum, sum kunnu bólkast í fýrhyrning 2. Her verður arbeitt við málum, sum hava stóran týdning, men tey eru ikki átrokandi. Til dømis at seta mál, leggja til rættis, fyrireiking og menning. Við at arbeiða við hesum, minka vit um talið av málum, sum kunnu bólkast sum átrokandi og týdningarmikil (fýrhyrningur 1).

Eisenhower segði hesi vísdómsorð um:

“Tað, sum er týdningarmikið er sjáldan átrokandi, og tað, sum er átrokandi, er sjáldan týdingarmikið”

Í myndina niðanfyri havi eg sett nøkur dømi:

Eisenhower-matrisan kann hjálpa okkum at leggja dent á at brúka orku og tíð til, at:

  • Seta mál
  • Gera virkisætlan (átøk, sum skulu til fyri at røkka málunum)
  • Arbeiða við teimum týdningarmiklastu málunum í góðari tíð
  • Førleikamennna og at skapa nýggjar og betri loysnir (nýhugsan)

Nú trína vit skjótt inn í eitt nýtt ár við nýggjum avbjóðingum og møguleikum.

Hví ikki seta sær hetta sum mál fyri 2014: “Eg vil blíva betri til at leiða meg sjálvan, at seta mál og at leggja mítt lív og arbeiði til rættis á eins slíkan hátt, at røkki teimum týdningamiklastu málunum?”

Hugburðurin ger munin

Abbin hevði fingið vitjan av sínum barnabørnum. Út á seinnapartin fekk hann sær sum vanligt ein blund á sofuni. Tá abbin var sovnaður, fingu børnini eitt hugskot. Tey ætlaðu sær at arga abban, meðan hann lá og svav. Tey funnu ein gamlan ræstan ost í køliskápinum. Hetta skuldu tey brúka til at arga abban við.

Tey fóru varliga til abban, sum lá í fasta svøvni, og settu eitt petti av tí stinkandi ostinum í skeggið. Síðan goymdu tey seg og vóru spent at vita, hvat nú fór at henda. Eftir einari lítlari løtu vaknaði abbin. Hann legði til merkis, at tað luktaði so illa. Hann gekk um í stovuni, men hann fann ikki útav, hvaðan lukturin kom. Hann fór í køkin, gongina, baðirúmið og kømurini. Men alla staðni luktaði líka illa.

Abbin fór út í garðin, men har luktaði eisini líka illa.

So hann segði: “Allur heimurin stinkar!”

Henda lítla søga kann læra okkum nógv um sambandið millum hugburð og tær umstøður, sum vit møta.

Okkara hugburð taka vit við okkum alla staðni, har vit koma. Vit møta avbjóðingum og umstøðum við okkara hugburði. Spurningurin er, um vit hava jaligan ella neiligan hugburð.

Vit kunnu siga, at hugburður er mátin vit hugsa um onkran ella okkurt. Tað er mátin ein ber seg at móti øðrum, og sum vísir, hvat ein hugsar og kennir.

Ávirkanin av tí neiliga hugburðinum verður væl lýst í søguni um abban og stinkandi ostin.
Tann stinkandi lukturin var ikki í húsinum ella uttanfyri. Lukturin var hjá abbanum, ikki í umhvørvinum.

Fólk við neiligum hugburði møta umstøðum og avbjóðingum við einum neiligum útgangsstøði og sjónarhorni. Umstøðurnar verða tulkaðar við neiligum brillum. Og úrslitið er, at ein sær bara trupulleikar og forðingar ístaðin fyri loysnir og møguleikar.

Vit vita, at okkara hugburður og innstillingur ávirka okkara lív sera nógv. Øll kenna vit, hvussu neiligur hugburður órógvar og skapar mótloysi og kann køva lívsmótið.

Tað er ikki tað, sum hendir okkum, ið er tað týdningarmiklasta og avgerandi – men tað, sum hendir innan í okkum!

Rithøvundurin og leiðsluráðgevin John C. Maxwell skrivar í einari av sínum mongu bókum hesi orð, sum eru verd at grunda á:“Eg eri sannførdur um, at lívið er 10% tað, sum hendir mær, og 90%, hvussu eg beri meg at í mun til tað, ið hendir mær.”

Vit kunnu ikki stýra øllum umstøðunum, men vit kunnu stýra okkara hugsanum og hugburðum til umstøðurnar.

Leiðsla er ávirkan. Og leiðarin “smittar” við sínum hugburði tey, sum hann leiðir.

Tað er sera umráðandi, at leiðarar ganga undan við einum jaligum hugburði og geva íblástur ístaðin fyri at køva og skapa ótryggleika. Tann góði leiðarin hevur ein vinnarahugburð og skapir eina vinnaramentan. Hetta merkir ikki, at ein heldur, at alt er í lagi og at ein ikki tekur stórar avbjóðingar í álvara, tá ið støðan í roynd og veru er álvarsom. Nei, leiðarin við tí jaliga hugburðinum er realistiskur, men sær trupulleikar sum avbjóðingar, sum kunnu menna og gera einstaklingar og organisatiónir sterkari.

Okkara avbjóðing er at menna ein sunnan og jaligan hugburð til umstøðurnar og lívið sum heild.

12 njósnarar vórðu sendir inn í Kána´ansland at kanna landið, ávøkstin og fólkið har. Allir vóru vitni til tað sama, men allir komu ikki til somu niðurstøðu.

10 njósnarar søgdu: “Vit klára tað ikki. Vit eru ov veikir og fólkið er sterkari. Vit fara at tapa.”

Kaleb og Josva høvdu ein heilt annan hugburð, ein vinnarahugburð. Teir søgdu: “Vit vinna. Í landinum er nógv gott. Har eru nógvir møguleikar.”

Og hvat varð úrslitið? Bert Kaleb og Josva komu inn í tað lovaða landið. Teir 10 njósnararnir og hini fólkini komu ikki inn í landið.

Her síggja vit sera greitt munin á neiligum hugburði (taparamentan) og jaligum hugburði (vinnaramentan).
Vinnarahugburðurin leiddi til landið við yvirflóð av ávøkstri.
Taparahugburðurin leiddi til oyðimarkagongd.

Hvussu kunnu vit broyta hugburð? Eingin skjót og løtt loysn er tøk. Her eru tó nøkur ráð:

Frem eina erliga eftirmeting av tínum hugsanum og hugburðum.
Hugsa um, hvussu tú hugsar. Legg serliga til merkis, hvussu tú hugsaði, tá ið tú tær seinastu ferðirnar møtti stórum trupulleikum.
Viðurkenn og eyðmerk neiligar ella skeivar hugsanir/hugburðar. Ver erligur fyri tær sjálvum.
Tosa við onkran, sum tú hevur álit á, um tínar abvjóðingar og ynski um broyting. Hetta kann vera ein stór hjálp.
Input ávirkar output. Lat tað jaliga fáa rúm í tínum tonkum og lívi. Raðfest samveru við jalig og konstruktiv fólk. Les góðar bøkur. Lurta eftir góðum tónleiki. Ver saman við familjuni. Raðfest høgt tað, ið gevur tær orku.
Vit mugu ikki gloyma, at vit eisini við at broyta vanar og atferð kunnu ávirka og broyta okkara hugsanir og hugburð. Royn at bróta ávís mynstur og atferð. Ja, tað er trupult og avbjóðandi, men royn! Sum frálíður fert tú at leggja til merkis, at teir nýggju jaligu vanarnir hava jaliga ávirkan á tín hugsanarhátt.

Latið okkum við jaligum hugburði møta øllum teimum avbjóðingum, sum eru partur av okkara lívi. Tí hugburðurin ger allan munin.