Hvat er innovatión?

Nógvar allýsingar av innovatión/nýskapan eru tøkar. Summar allýsingar taka útgangsstøði í vinnulívinum, aðrar taka útgangsstøði í tí almenna og /ella sjálvbodna geiranum. Í nøkrum allýsingum verður roynt at allýsa innovatión, sum virksemi, ið fevnir um allar samfelagspartarnar (tað almenna, privata, sjálvbodna).

Í Oslo Manual (2018), sum leggur dent á vinnuliga innovatión, verður víst á týdninginum av innovatión við hesum orðum:

“Innovatión er avgerandi fyri framstig í livistøði og kann ávirka einstaklingar, institutiónir og heilar búskaparskipanir og lond á mangan hátt.”

Í Oslo Manual verður innovatión allýst soleiðis:
“An innovation is a new or improved product or process (or combination thereof) that differs significantly from the unit’s previous products or processes and that has been made available to potential users (product) or brought into use by the unit (process).”

John Kao, sum hevur m.a. skrivað bókina Innovation Nation, lýsir innovatión soleiðis:
“Innovatión er førleikin hjá einstaklingum, fyritøkum og tjóðum at áhaldandi skapa ta framtíð, sum tey ynskja.”

Innovatión er at skapa ella brúka nakað nýtt í einum ávísum høpi, og hetta skal skapa virði, gera mun. Ein innovatión fevnir um nýtt hugskot (t.d. vøra, tænasta, arbeiðsháttur), sum er sett í verk ella er klárt at seta í verk.

Center for Offentlig-Privat Innovation (CO-PI) vísir á, at: “En god idé er ikke nok – formålet med innovation er at skabe en ny løsning, der gør en (positiv) forskel.”

Munurin millum kreativitet og innovatión er, at í innovatión er output avgerandi, góð hugskot og kreativitetur eru ikki nóg mikið.

Við einum setningi kunnu vit siga, at:

Innovatión er at skapa nakað nýtt, sum ger mun.

Ger eina viðmerking