Væksthus for ledere. Lederweb.dk. Henda síða hevur nógv fjølbroytt tilfar, sum er viðkomandi fyri leiðarar. Her er tilfar um t.d. leiðslu, broytingarleiðslu, samskifti, strategi og innovatión. Sí síðuna her.
Harvard Business Review (HBR). HBR hevur eina rúgvu av frálílkum tilfari um organisatión og leiðslu. Sí her.
Center for Creative Leadership. Her er greinar og frágreiðingar, sum í stóran mun er granskingargrundað, sum geva holla vitan og ráð um leiðslu. Sí her.
Gallup. Gallup hevur sera nógv og fjølbroytt tilfar um organisatión, leiðslu og trivnað; í stóran mun frá globalum sjónarhorni. Sí her.
Mentor.fo. Felagið er karmur um at skipa og menna eina føroyska mentorskipan. Endamálið er at skapa sum flestar samrøður millum luttakarar í einum avmarkaðum, trúnaðarkendum umhvørvi, sum fara at gagna og menna persónin, leiklutin og organisatiónina. Sí her.
HR í Føroyum. Áhugafelagið bleiv sett á stovn við tí endamáli at røkja áhugamál hjá HR-leiðarum og ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Sí her.
Leiðandi kvinnur í vinnu. Leiðandi kvinnur í vinnu er eitt opið netverk og forum fyri kvinnur í leiðandi størvum í privatu vinnuni.Endamálið er at sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari innan leiðslu og starvsleið v.m. Sí her.
Global Leadership Summit Føroyar er ein leiðsluráðstevna, sum savnar uml. 350-400 leiðarar árliga í Norðurlandahúsinum til tveir dagar við íblástri, menning og netverki. Sí meira um GLS her.
Churchleaders.com. Her er nógv sera gott tilfar øll, sum á ymiskan hátt arbeiða við leiðslu kirkjum og samkomum. Onnur kunnu eiisni fáa gleði av hesi heimasíðu. Sí her.
Jimcollins.com. Jim Collins hevur í mong ár granska í leiðslu og organisatión. Á heimasíåuni finnur tú m.a. greinar, diagnosuamboð (Good to Great Diagnostic Tool) og videoundirvísingar. Sí her.