Tilfar – greinar, útgávur v.m.

Leiðsla

Arbeiðsumhvørvi í Føroyum (2024). Úrslit úr eini spurnakanning av arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnaði hjá arbeiðstakarum í Føroyum. Kanningin er sera umfatandi og gevur sera gott innlit í eina røð av týdningarmiklum evnum og úrslitum, sum eru gullverd hjá leiðarum og øðrum at taka til síni í leiðslu- og organisatiónsarbeiði. Sí frágreiðingina her.

Fire grunde til, at du skal glæde dig til at blive leder. Góð grein frá MandagMorgen um jaligar síður av leiðslu. Sí her.

Undirvísing er leiðsla. Grein skrivað av Olav Absalonsen í Miðnámsriti 22, 2021, sum vísir greitt á, at lærarastarvið er ein leiðslupostur. Viðkomandi leiðsluástøði verða knýtt til læraraleiklutin. Sera góð og pedagogisk grein. Sí greinina á s. 36 her.

The Most Important Leadership Competencies, According to Leaders Around the World. Harvard Business Review, 2016. Henda grein er grundað á kanning av 195 leiðarum úr 15 londum, og vísir á hesum vitanargrundarlagi á, hvat eyðkennir sterkar og góðar leiðarar. Sí her.

Megatrends 2023: these are the trends we cannot ignore. Sera viðkomandi og upplýsandi og visuelt fangandi grein frá finska innovatiónseindini SITRA um risarák (megatrends).Tey hava sera stóran ávirkan á einstaklingar, organisatiónir og samfeløg. Sí her.

Heimsmálini fyri burðardygga menning er føroysk útgáva (týðing) av teimum seytjan Heimsmálunum og undirmálum, sum ST hevur samtykt sum stevnu fyri burðardyggari menning fyri fólkið, foldina og framtíðar ættarlið. Sí her.

Føroyar og Heimsmálini. Hagstova Føroya hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at eyðmerkja, hvussu støðan er hjá Føroyum viðv. teimum 17 Heimsmáliunum og undirmálum. Sí her.

Rising CEOs: Lessons from the McKinsey Leadership Forum. Grein við átta góðum ráðum til tey, sum droyma um um gerast stjóri (CEO). Sí her.

Why Great Leaders Aim For Influence, Not Control. Stutt og greið grein, sum vísir á, hvussu álit er betri enn kontrol. Sí her.

Innovation

Samstarvsrikin innovatión er bóklingur, sum Løgmansskrivstovan gav út í 2017. Í bóklinginum eru føroyskar innovatiónssøgur og prakstisk ráð um, hvussu arbeiðast kann við innovatión í almenna geiranum. Sí bóklingin her.

Læs, stjæl, fortæl 2 er eitt case-savn, sum beliv gjørt í samband við NYT SAMMEN BEDRE-prisen og Publikumsprisen 2021. Sí her.

Innovatión í gerandisdegnum.Tað er sera týdningarmikið, at leiðarar ganga á odda í at stimbra innovatión í gerandisdegnum. Danska “Væksthus for ledere” hevur gjørt nakrar hentar vegleiðingar um hetta. Sí her.

Samskabelse – en typologi. Ein grein um tilgongdir, samstarvssløg, strategiarbeiði v.m. í samband við samskapan (co-creation) í almenna geiranum (eitt sindur akademisk grein). Sí her.

Verkætlanarleiðsla

Niðanfyri havi eg savnað ymiskt tilfar um leiðslu við atliti at verkætlanararbeiði. Talan er um yvirskipað tilfar um verkætlanarleiðslu og amboð at brúka í verkætlanararbeiði.

Gott tilfar á føroyskum (kann væl brúkast breitt hóast upprunaliga framleitt til landsfyrisitingina):

Verkætlanarleiðsla – vegleiðing og frymil – hefti 2

Innleiðsla og ráð til verkætlanarleiðslu – hefti 1

Gott tilfar á donskum:

Vegleiðing til verkætlanarleiðarar

Vegleiðing til avgerðartakarar

Samskiftisleiðsla

Ger eina viðmerking