Um Leiðsla.fo

Eg eiti Rúni Rasmussen og búgvi á Strondum saman við mínari familju. Eri giftur við Noomi K. Rasmussen, og eiga vit tvey børn.

Eg brenni fyri leiðslu. Eg eri sannførdur um, at leiðarar kunnu skapa eitt betri samfelag. Eg vil vera við til at seta fokus á týdning av, at leiðarar taka ábyrgd og skapa eina betri framtíð á øllum økjum í okkara samfelagi.

Eigi og reki ráðgevingarvirkið RR Consulting, sum veitir ráðgeving og tænastur innan leiðslu og organisatiónsmenning. 

Mínar royndir & útbúgvingar

Stjóri

Var kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu frá 2021-2025.

Var deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni 2009-2021, har eg hevði ábyrgd av Stjórnartænastuni og Stjórnarskúlanum. Hesin skúlin skipaði fyri felags førleikamenning í landsfyrisitingini.

Limur

Var í 2017-2021 limur í OECD Global Network of Schools of Government umboðandi Løgmansskrivstovuna.

Var nevndarlimur í hondbóltsfelagnum StÍF 2020-2024, trý ár sum formaður.

Eri limur í nevndini í Mentor.fo.

Formaður & Umboð

Var nevndarformaður í Global Leadership Summit Føroyar í 2010-2015. Henda leiðsluráðstevna (stytt GLS) savnaði árliga á leið 400 leiðarar í Norðurlandahúsinum til tveir dagar við íblástri, menning og netverki.

Var 2018-2020 foreldraumboð í skúlastýrinum fyri Frískúlan Keldan.

Leiðsla

Eg var deildarleiðari á Almannastovuni í 2007-2009. Frá 2003-2006 undirvísti eg sum tímalærari í samfelagsfrøði á Fiskivinnuskúlanum og á Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Í tíðarskeiðinum 2005 til 2006 var eg skrivari í Stjórnarskipanarnevndini.