Latið okkum tosa um leiðslu!

Rúni Rasmussen

Leiðsla hevur týdning fyri einstaklingar og samfeløg.

Leiðsla á ymiskjum økjum hevur ávirkan á okkara lív, nærumhvørvi og samfelag.

Vit kunnu ímynda okkum, hvussu støðan hevði verið uttan leiðslu. Familjur uttan leiðslu, áhugafeløg uttan leiðslu, fyritøkur uttan leiðslu, kirkjur uttan leiðslu, eitt land uttan leiðslu. Frávera av leiðslu kann skapa kaos og tilvild. So leiðsla hevur týdning.

Men hvat er leiðsla?

Tað er ikki so einfalt, at vit kunnu finna eina endaliga og alment góðtikna allýsing í svarlista í einari leiðslubók. Nógv er skrivað um hugtakið leiðsla av bæði lærdum og leikfólki seinastu árini. Og nógvar allýsingar av hugtakinum leiðsla verða settar fram í faktilfari og populerbókum.

Tað er gott, at leiðsla er sett á breddan í akademiska heiminum og í almenna orðaskiftinum, tí neyðugt er at hava livandi og væl grundað orðskifti um eitt so týdningarmikið evnið sum leiðsla í roynd og veru er.

Yukl og Gardner allýsa leiðslu soleiðis:“Leiðsla er tilgongdin at ávirka onnur at skilja og taka undir við tí, sum eigur at verða gjørt og hvussu tað skal gerast, og tilgongdin at fasilitera einstaklinga og felags royndir at røkka felags málum.”

Leiðsluráðgevin John C. Maxwell sigur um leiðslu, at:“Leiðsla er ávirkan – einki meira, einki minni.”

Linda A. Hill sigur stutt og greitt: “Leiðsla snýr seg um at skapa ein kontekst, har onnur kunnu avrika, klára seg væl og mennast. ”

Warren Bennis førir fram, at:“Leiðsla er førleikin at gera visión til veruleika.”

Roger Gill hevur eina góða og breiða allýsing av leiðslu:“Leiðsla er at vísa vegin og at hjálpa ella fáa onnur til at ganga hann. Hetta ber í sær at vísa á eina eina ynskta framtíð (visión), virka fyri greiðum endamáli ella mission, stuðlandi virðum og intelligentum strategium og at geva teimum íblandaðu førleikar (empowering).”

Eg havi ikki nakra framúr allýsing at bjóða fram, men eg vil geva mítt boð uppá, hvat eg haldi, at leiðsla er. Her er mítt boð: “Leiðsla er at seta kós og mál, at ávirka og leiða menniskju og organisatiónir fram ímóti felags máli, at føra menniskju ella bólkar frá A til B; frá verandi støðu til eina betri framtíðarstøðu.”

Tað er tíbetur so, at eingin hevur einarætt at allýsa leiðslu. At fólk geva sítt boð uppá, hvat tey halda, at leiðsla er, er gott og gagnligt, tí hetta er við til at gera okkum klókari um hetta ofta undirmetta evnið. Og vónandi fær hetta okkum at vera meira tilvitað um leiðslu og teir ágóðar og avbjóðingar, sum er knýttar at hesum at leiða onnur og at sjálvur geva seg undir leiðslu.

Latið okkum tosa og skifta orð um leiðslu yvirskipað og ítøkiligt, opið og erligt.

Her eru nakrir lyklaspurningar, sum vónandi kunnu seta tankar og orðaskifti í gongd: Hvat er leiðsla? Hvat er góð leiðsla? Hvat eyðkennir ein góðan leiðara? Hvat eyðkennir vánaliga leiðslu? Hvat er burðardygg leiðsla? Hvørja ávirkan hevur góð leiðsla á okkara samfelag?

Leave a Comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *